Ikki rangstøða

Danskir dómarar eru ósamdir á máli, tá tosið fellur á leiðslumálið, sum Ruud van Nistelrooy skoraði móti Italia í gjár. Í upptaktini til málið rendi italskur verjuspælari seg í málverjan, og endaði tí aftan fyri baklinjuna. Men hjálpardómarin í dystinum metti tó ikki, at spælarin við hesum var uttan fyri spælið. Og hesum er danski Claus Bo Larsen púrasta samdur í. – Tað er sera einfalt. Um tú ikki ert skaddur og við dómarans loyvi er farin av vøllinum, so ert tú í spælstøðu, og tí var málið í lagi, sigur Claus Bo Larsen við Ekstra-Bladet.