Ikki rætt at lata pening fylgja barninum

Búskaparráðið heldur ikki, at arbeiðsmegi skal flytast av arbeiðsmarknaðinum heim at ansa børnum.

Tað skrivar Búskaparráðið millum annað í heystfrágreiðing hjá ráðnum.

 

Har vísir Búskaparráðið á, at tað í løtuni er trupult at fáa skikkaða arbeiðsmegi innan tað almenna; til dømis á dagstovnaøkinum og í almanna- og sjúkrahúsverkinum.

– Í hesum sambandi er tað ikki skynsamt at seta í gildi eina lóg, sum letur peningin fyri barnaansing fylgja barninum. Uppskotið kann møguliga eggja borgarum at fara heim at ansa børnum ístaðin fyri at luttaka á arbeiðsmarknaðinum, og tað er ikki mett at vera haldbart í verandi støðu við troti á arbeiðsmegi, og uppaftur minni í framtíðini, tá tørvurin á arbeiðsmegi, við vaksandi talinum av eldri fólki í mun til fólk í arbeiðsførum aldri, verður uppaftur størri.