Løgmaður hevur ikki tikið áheitanina frá Amnesty International Føroyar til eftirtektar. Tey ynsktu, at Kaj Leo Holm Johannesen minti politisku myndugleikarnar í Russlandi, Kasakstan og Hvítarusslandi á týdningin av at virða grundleggjandi mannarættindi. Men løgmaður hevur ikki nevnt mannarættindi við einum orði, tá hann í farnu viku tosaði við tinglimir, ráðharrar og aðrar politiskar myndugleikar frá Russlandi, Kasakstan og Hvítarusslandi.
´
Í Sosialinum í dag hevur løgmaður svara skrivliga upp á spurningar, sum eru settir honum um áheitanina frá Amnesty, og svarið er, at hendan er ikki gingin á møti.
- Fyri eitt lítið samfelag sum tað føroyska, er tað avgerandi at vit hava góð handilssambond úteftir. Tað er mítt fremsta mál. Tá tað er sagt er tað sjálvandi harmiligt, at nøkur lond ikki virða grundleggjandi mannarættindi, svarar løgmaður, sum sigur, at tað avgerandi hjá Føroyum er at hava góð handilsrættindi.
- Í øðrum lagi standa 30 lond klár at gera fríhandilssáttmála við Russland, og tá Føroyar absolutt onga ávirkan hava á støðuna við mannarættindum, valdi eg ikki blanda tingini saman, svarar løgmaður millum í skrivi til Sosialin.