Ikki ráð til at geva lágum inntøkum skattalætta

Í løgtinginum varð endaliga staðfest nú á miðdegi, at sum støðan er nú, ber ikki til at halda lyftið um at lækka skattin hjá fólki við lægri inntøkum

Sum støðan er nú, hava vit ikki fíggjarligt rásarrúm til at geva fólki við lágum- og miðalinntøkum, ein skattalætta.

 

Tað staðfesti Bárður á Steig Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og formaður í fíggjarnevndini.

 

Í áðni varð hann spurdur um samgongan ætlaði at hala lyftið um at lækka skattin á lágum inntøkum og miðalinntøkum.

 

Tað var eitt lyfti, samgongan gav í kjalarvørrinum á avgerðini um at seta flatskattin í gildi, tí tann skipanin gevur teimum høgu inntøkunum eisini tann størsta skattalættan.

 

Men tað hevur drigið út við at fremja hendan skattalættan. Men fleiri ferðir hava tinglimir í samgonguni havt hug at draga í land. Ístaðin hava tey sagt, at skal skattalætti latast teimum lægru inntøkumum, mugu kommunurnar taka um endan, tó fólk við lágum inntøkum, rinda so lítið í landsskatti.

 

Og í morgun staðfestir Bárður Nielsen, at í løtuni er ikki fíggjarligt rásarrúm at lata ein skattalætta.

 

Eisini hann staðfestir, at tað hjálpr ikki nógv, at lækka landsskattin hjá fólki við lágum inntøkum, tí tey rinda so lítið í landsskatti.

 

- Ein inntøka á 200.000 krónur, rindar bara 27.000 krónur í landsskatti um árið, sigur Bárður á Steig Nielsen.

 

- So kunnu vit halda um tað er nógv ella lítið, staðfestir hann. Men sleppur ein, sum forvinnur 16.000 krónur um mánaðin, heilt undan at rinda landsskatt, fær viðkomandi 2.500 krónur í skattalætta um mánaðin.

 

Hinvegin lovar Bárður á Steig Nielsen, at so skjótt tað ber til, er ætlanin eisini at lækka skattin hjá fólki við lágum og miðalinntøkum.