Ikki ráð at lætta um hjá tvørafólki

Skuldin skal rindast niður og tískil verða ikki ráð til at lækka skattin ella til íløgur

Næsta ár verður ikki lættari at vera tvørafólk enn tað er í ár.

Tað er greitt, nú Tvøroyrar Býráð hevur samtykt fíggjarætlanina fyri næsta ár.

Tað er greitt, at næsta ár verður kommunuskatturin 23,5 prosent og barnafrádrátturin verður 5.000 krónur fyri hvørt barnið.

Og tað er tað sama, sum tað er í ár.

 

Tá ið býráðið samtykti fíggjarætlanina, varð møguleikin nevndur at lækka skattin, ella at hækka barnafrádráttin, men tað verður av ongum.

Næsta ár er væntandi at inntøkurnar hjá Tvøroyrar Kommunu av vanligum skatti, fara at vera 55,3 milliónir krónur og inntøkan av partafelagsskatti fer at vera ein millión.

Men næsta ár fer kommunan somuleiðis at rinda heilar 11 milliónir í avdráttum.

Tað verður gjørt fyri at fáa skuldina niður á eina álíkning.

 

Seinastu árini hevur Tvøroyrar kommuna spent seg hart fyri fíggjarliga við tí endamáli at byggja nýggja djúphavn og ítróttarverklag við Stórá.

Kommunur hava ikki loyvi til at læna meiri enn tað, sum svarar til eina álíkning í skatti, men í hesum føri fekk Tvøroyrar kommuna undantaksloyvi frá fíggjarmálaráðnum at fara upp um markið.

 

Men avtalan við fíggjarmálaráðið er, at 1. januar 2016, skal skuldin vera komin niður aftur á eina álíkning og tí skulu heilar 10,8 milliónir rindast, bara í avdráttum næsta ár.

Avleiðingin av tí er ikki bara, at tað er neyðugt at varðveita skattaprosentið. Avleiðingin er eisini, at tað verða ongar útbyggingar á Tvøroyri næsta ár.

Hetta harmast býráðslimir um, men teir staðfesta kortini, at teir vildu ikki verið djúphavnina fyri uttan, tí hon er fortreytin fyri at vinnulívið hann virka og tað kastar nógv arbeiðið av sær. Og teir vildu heldur ikki verið ítróttarverklagið fyri uttan, tí tað hevur so stóran týdning fyri trivnaðin í kommununi.

 

Annars er ætlanin at tosa við fíggjarmálaráðið um at linka treytirnar so komman ikki skal vera undir einari álíkning í skuld um eitt ár, við tí endamáli onkur tiltøk kortini kunnu setast í verk næsta ár.

Ætlanin er eisini at kanna møguleikan fyri at lækka rentuna á kommunalu skuldini, kanska við at læna pening uttanlands ístaðin.