Ikki ráð at kanna garnaskipini

Vit eru einasta land í heiminum, sum alment boðar frá, nær vaktarskipini liggja, tí vit ikki hava ráð at keypa olju. Ábyrgdina eigur politiska skipanin, sigur Kári P. Højgaard

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum nakrar spurningar um Vørn í kjalarvørrinum av málinum um Anitu.

 

Fyrispurningarnir eru soljóðandi:

 

1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu ofta Vørn hevur framt eftirlit umbord á hvørjum av teimum fiskiskipunum, sum hava loyvi at veiða svartkalva og havtasku við gørnum í føroyskum sjógvi seinastu trý árini.

 

2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um týðandi viðmerkingar eru gjørdar til dagbókina fyri hvørt skipið sær, tá vitjað hevur verið umborð.

 

3. Hava útlendingar sum partur av manning havt kravda trygdarskeiðið og Bláu Bók.

 

4. Heldur landsstýrismaðurin, at eftirlitið er nøktandi, tá eitt skip við loyvi til 1400 gørn av tilvild/óhappi verður  avdúkað at nýta meira enn trífaldað tal av gørnum.

 

5. Kann landsstýrismaðurin upplýsa samlaðu veiðuna fyri hvørt skipið sær tvey tey seinastu árini

 

6. Hvar er veiðan løgd upp á land nevnda tíðarskeið, fyri einstøku skipini.

 

7. Er regluligt eftirlit við landing í Føroyum og uttanlands.

 

 

Kári P. Højgaard sigurt, at nógvir ivaspurningar eru reistir í sambandi við útlendska arbeiðsmegi umborð á føroyskum fiskiskipum.

 

Fakfeløg  hava víst á, at útlendingar umborð á føroyskum fiskiførum, sum royna í føroyskum sjógvi, eru undirløntir. Somuleiðis eru ivaspurningar reistir um trygdarviðurskiftini umborð og um útlendingar hava lokið lógarkravd trygdarskeið og venjingar.

 

Burðardyggur fiskiskapur er eitt krav, og sjálvsagt skulu galdandi lógir og reglur haldast. Seinastu dagarnir hava prógvað, at óskil í longri tíð hevur valdað, tá tað kann bera til at royna við fleirfaldaðum reiðskapi enn loyvt.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Kára P. Højgaard.