- Vit leggja bragdliga fyri, men missa alt á gólvið beinanvegin aftur. Tað er sera harmiligt. Vit eru ikki klárir í løtuni, tá Bogi Gregersen vendir dystinum við tveimum málum. Málini vóru sum heild eisini ov løtt, men tað er lítið at gera við tað nú. ÍF vann sær fleiri stig í fyrru kappingarhálvu, so tit hava ráð til at tapa ein tílíkan dyst? - Nei, als ikki. Vit skuldu í dag prógva, at tað ikki var av tilvild, at vit liggja har, sum vit gera. Men tað megna vit ikki. Men tað er aftur ein dystur sunnudagin, sigur Helgi L. Petersen, sum eisini harmaðist um fráveruna av miðvallaranum Høgna Madsen. Runavíkingurin hevur tó rós at bera øllum liðfeløgunum fyri avrikið í gjár.