Hóast bøndurnir hava stórar trupulleikar av grágás, so er ikki rætt at loyva teimum at skjóta gæs á veltum lendi. Tað heldur lívfrøðingurin, Sjúrður Hammer.
-Tað er vandamikið at loyva veiðu av grágæs aftur í Føroyum, tí søgan sigur, at vit hava lætt við at oyða tær í Føroyum. Tað sigur lívfrøðingurin Sjúrður Hammer, í kjalarvørrinum av, at Búnaðarstovan í gjár kunngjørdi, at tey fara at heita á landsstýrið, um at loyva veiðu av grágás aftur í Føroyum á veltum lendi.
Búnaðarstovan kunngjørdi í gjár, at villgæs, sum herja bø og veltir, eru ein so stórur trupulleiki í dag, at tær kosta føroysku bóndunum milliónir av krónum um árið. Tí vil Búnaðarstovan hava landsstýrið til at loyva bóndum at skjóta gæs á veltum lendi.
Sjúrður Hammer vísir á, at vit ikki hava eina veiðuumsiting Føroyum, men tað er neyðugt at hava eina slíka umsiting, um vit skulu veiða villgæs á ein ábyrgdarfullan
Hann vísir á, at ístaðin fyri at loyva fólki at skjóta grágæs á veltum lendi, so eigur landsstýrið í staðin at seta eitt granskingararbeiði í verk, sum skal staðfesta skaða og fyrimun við grágás í mun til tann landbúnaðar- og náttúru politikk vit hava í Føroyum. Haraftrat eigur samstarv at verða gjørt við okkara grannalond um veiðu av villgás, av tí hon ikki er okkara alt árið.
Tilmæli frá Búnaðarstovuni um, at bóndir skulu ótálmað sleppa at skjóta gæs eisini í reiðringini, stríðir beinleiðis ímóti okkara altjóða ábyrgd úr sáttmálanum um flytifugl, sigur Sjúrður Hammer, lívfrøðingur.
Hoyr meira um hetta málið í tíðindunum á Rás2 klokkan 15.00.