Fyrr í kundi Javnaðarflokkurin á Fólkatingi kunngera, at tað hevur eydnast Sjúrður Skaale, fólkatingslimi fyri Javnaðarflokkin, at gjørt avtalu við stjórnina um nýggju fíggjarlógina. Avtalan inniber, at 11,5 milliónir krónur verða játtaðar til tvær føroyskar verkætlanir. Tey næstu tvey árini verða 9,5 milliónir krónur játtaðar til Mentanarhúsið í Klaksvík, meðan 2 milliónir krónur verða játtaðar til at gera Gamla Hospitalið í Havn liðugt.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Sjúrður Skaale ger slíkar avtalur við donsku stjórnina í samband við fíggjarlógina, men ikki óvæntað vakir slíkt meira ans, nú eitt fólkatingsval nærkast.
Tað eru nevniliga ikki øll, ið eru serliga glað fyri hendan arbeiðshátt. Harímillum telist Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin. Á Facebook í dag kallar hann hetta fyri at ganga biddaragongd.
- Hetta er ikki rætti hátturin at arbeiða uppá, at okkara fólkatingslimir ganga biddaragongd fyri at fáa nakrar mió kr til økir sum tann føroyska fíggjarlógin skal gjalda fyri, skrivar tingmaðurin og leggur afturat.
- Okkara fólkatingslimir eiga at samskifta við tað føroyska landstýrið um danska stjórnin vil nakað í Føroyum, hetta er ikki virðiligt, at ein fyrrverðandi Tjóðveldismaður gongur biddaragongd í Fólkatinginum.
- Um vit ikki byrja at taka okkum sjálv alvorligt, so kemur eingin annar at gera tað.