- Tað kann ikki vera rætt, at Føroyar, sum skuldi verið eitt vælferðarsamfelag, kann liva við at børn bíða í upp til tvey ár ella kanska meira fyri at koma til ein barnapsykiatara. Tað sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin.
Á tingfundinum mikudagin fer løgtingskvinnan úr Fuglafirði at seta John Johannessen ein munnligan fyrispurning um hesi viðurskiftini.
Edva Jacobsen vil m. a. hava at vita, hvat verður gjørt fyri at fáa barnapsykiatri enn betur at virka, og eisini spyr hon, um hvussu langur bíðilisti er til hettar øki.
Foreldur at børnum sum hava brúk fyri at koma til ein barna psykiatara, føla tað sera trupult at skula bíða í langa tíð fyri at fáa staðfest hvat sjúku treirra barn hevur.
- Tað ber ikki til at fáa hjálp so leingi sum man ikki hevur eina diagnosu, so her má okkurt henda, sigur Edva Jacobsen
Tað ávirkar eisini menningina hjá barninum at bíða so leingi eftir einari sjúkuáseting, og í ringasta føri kann barni fáa stór afturstig, sigur hon.