Ikki ráð til stórar íløgur hesi næstu árini

Tórshavnar Býráð hevur stórar ætlanir, men er bundið av avtalum, sum longu eru gjørdar

– Eg dugi ikki at síggja, hvussu meirilutin í Tórshavnar Býráð ætlar sær at seta allar ætlarnirnar í verk, sum tey arbeiða við.

Tað staðfesti Tróndur Sigurðsson, býráðslimur í Havn fyri Javnaðarflokkin, á seinasta býráðsfundi, har býráðið eisini samtykti at gera ein umlættingar- og endurvenjingardepil fyri 79,9 milliónir.

Tróndur Sigurðsson vísir á, at næsta ár skulu eisini 120 milliónir brúkast upp á skúlan á Fløtum, og annars plaga íløgurnar at liggja um 130 milliónir um árið.

Tí dugir hann ikki at síggja, nær aðrar stórfingnar ætlanir um golfvøll, langhyl, stórhøll, barnagarðar, parkeringstunnil, veg úr Eysturoyartunlinum inn í býin, og aðrar ætlanir.

Harafturat hevur landsstýrið eisini sett út í kortið, at Tórshavnar Kommuna skal vera við til at rinda sín part av ætlaða tjóðleikhúsinum.

Annika Olsen, borgarstjóri, ásannaði, at íløgurnar hjá kommununi eru rættiliga stórar í hesum tíðum. Men hon legði afturat, at tíðirnar eru eisin góðar og tí hevur kommunan eisini møguleika at fara undir nakrar útbyggingar.

Hon helt ikki, at tað er rætt av einum býráði at samtykkja íløgur, sum binda fleiri komandi býráð.

Kanska sipar hon til støðuna, hetta býráðið kom í, tí upp undir seinasta býráðsval, átalaðu fleiri býráðslimur í núverandi meiriluta, at undanfarna býráð hevði samtykt stórar verkætlanir – og lækkað skattin, stutt áðrenn tað legði frá sær. Tey høvdu ta áskoðan, at tað var ein forðing hjá hesum býráðnum at arbeiða.

Hinvegin segði hon, at tær ætlanirnar, sum eru lagdar nú, krevja ikki tær stóru íløgurnar hesi næstu, fáu árini, men kortini er rúm fyri nøkrum smærri íløgum afturat tí, sum longu liggur í kortunum.

Hon sigur, at parkeringstunnilin verður heldur ikki gjørdur hesi næstu árini, men kortini er ætlanin at fara undir ymsar jarðfrøðiligar kanningar fyri at vita, hvussu undirgrundin undir Havnini er, og fyri at fáa eina  hylling av hvussu tunnilin skal síggja út, og hvussu ferðslan skal skipast undir jørð hesi næstu 50 árini.