Ikki ráð til sovorðið

EB/Streymur var oddalið undan 8. umfari, og felagsliðið verður eisini á toppinum undan 9. umfari.
Leikliga avrikið á heimavølli móti teimum næstbestu kundu teir vera nøgdir við, men venjarin var ikki nøgdur við úrtøkuna:
- Hetta var besta leikliga avrikið hjá okkum í ár. Men glansurin fer av hesi staðfestingini, tá ið vit ikki megna at fáa fulla úrtøku á heimavølli, sigur EB/Streyma venjarin Piotr Krakowski.
- Vit áttu beinanvegin at fingið málini, sum áttu at havt verið nóg mikið til tryggan sigur. Tað megnaðu vit ikki, og tað var ikki nóg gott, at teir, tá ið teir eru undirmannaðir og stutt undan steðginum fáa mál, sigur EB/Streyma venjarin sum ásannar, at tað eftir steðgin var meiri javnt.
- Vit eru oddalið. Um vit skulu hava møguleika at halda tørn um ta støðuna, so er tað alneyðugt, at vit fáa fulla úrtøku á heimavølli. Tað fingu vit ikki hesa ferð. Sovornar kiksarar hava vit ikki ráð til.