Ikki ráð til landsliðið

FSF hevur enn ikki fingið fígging til bonus-gjaldið hjá A-landsliðnum. Verður hendan ikki funnin, verður upphæddin goldin í 24 ratum, sigur FSF

Fótbóltur

Eitt av heitu fótbóltskjakevnunum í heyst og vetur hevur verið bonus-upphæddin, sum spælararnir á A-landsliðnum skulu hava, eftir at teir við sigrum á Íslandi og Litava gjørdu eitt ordans lop á styrkislistanum hjá FIFA. Eitt lop, sum sambært roknskapinum hjá FSF kostar felagsskapinum 5.184.000 kr.
Og hetta eru pengar, sum FSF ikki hevur tøkar. Og hvat verri er, so er tað enn ikki eydnast hjá FSF at finna fígging til upphæddina.
Í roknskapinum verður tí sagt, at eydnast tað ikki at finna fígging til upphæddina, verður hendan goldin yvir 24 mánaðir. Hetta fyri at útgjaldingin ikki skal darva virkseminum hjá FSF.
Men hetta er ein leistur, sum spælararnir á landsliðnum ikki hava góðkent, og spurningurin er, um hetta er nakað, sum teir vilja góðtaka. Tí hóast upphæddin er tann sama, so er munur á kensluni, um tú fært 24 kekkar á 7.000 krónur, ella um talan er um ein stóran kekk við 168.000 krónum á.