SvF-roknskapur
Fýra túsund krónur. Tað var tað, sum lá eftir hjá Sjónvarpi Føroya fyri roknskaparárið 2003, tá landskassin hevði fingið tær 175 tkr., sum vóru ásettar sum yvirskot á fíggjarlógini.
Sum so ikki nakað úrslit at reypa av, men hinvegin munandi betri enn hallið, sum áður hevur eyðkent stovnin.
Júst hetta hallið var ein av orsøkunum til, at Sjónvarpið í fjør valdi at hækka hyggjaragjaldið, men í ársfrágreiðingini verður nevnt, at hendan hækkanin munaði millum lítið og einki.
»Um hugt verður einans búskaparliga og rakstrarliga eftir, hvussu hendan hækking skuldi disponerast, so átti helst ikki at verið farið undir at økja um virksemið. Samlaða inntøkuøkingin gjørdist 4 mió kr., og lønar- og prísvøkstur fóru við umleið 30% av hesum í 2003 og økist umleiðs eins nógv í 2004«
Soleiðis verður millum annað staðfest í frágreiðingini, har tað eisini verður sagt, at hóast hesa støðu, so vísti tað seg at vera ógjørligt at standa ímóti fólksligu og politisku krøvunum um økta framleiðslu, tá hyggjaragjaldið hækkaði.
Døpur útlit og eingin stuðul
Tað kemur so ikki upp á tal at økja hyggjaragjaldið enn meira í 2004 og 2005, og tí staðfestir SvF longu nú, at virksemið hjá stovninum verður minkað í 2005. Somikið nógv, at talan verður um minni virksemi, enn talan var um undan seinastu hækkingini av hyggjaragjaldinum.
Umframt lønar- og prísvøkstur á útreiðslusíðuni, so er ein tungtvigandi orsøk til hetta, at talan framyvir ikki verður um almennan stuðul til tøkniíløgur, men at stovnurin ístaðin noyðist at fíggja hesar umvegis raksturin. Í fjør var játtanin frá Løgtinginum 3,5 mió kr., men hesar verður stovnurin framyvir noyddur at finna innan raksturin.
Samstundis vísir leiðslan á, at talan neyvan verður um aðrar inntøkuøkingar. Eitt nú verður sagt, at kappingin frá donsku Tipstænastuni um spælipengar er harðnað munandi.
Neyðarróp
Og í seinasta partinum av ársfrágreiðingini sendir SvF-leiðslan eitt ordans skot mótvegis politiska myndugleikanum.
»Støðan viðvíkjandi framtíðini hjá SvF er enn líka óavklárlað, sum hon var, tá núverandi leiðsla tók við í august 2001. Eingin politisk avgerð er tikin, og einki politiskt kjak hevur verið um framtíðarstøðuna og uppgávurnar hjá einum almennum føroyskum sjónvarpið?
?Politiski myndugleikin má tí taka støðu til, um vit skulu hava eitt sjónvarp, sum skal dúva upp á teir umleið 8 tímarnar av føroyskum tilfari um vikuna, sum kunnu framleiðast við verandi fíggjarorku, ellu um vit skulu hava eitt føroyskt sjónvarp við eini munagóðari skrá, ið er sett saman av føroyskum tilfari og útlendskum sendingum, sum eru týddar til føroyskt«
Og at enda verður sagt, at um politiski myndugleikin ikki ger sær greitt, hvat sjónvarpsframleiðsla veruliga kostar, so verður støðið á virkseminum í 2005 minni enn tað, sum tað varð í 2001.