Sparingar og heilsuverk
Á Ólavsøku verður nýggi bygningurin hjá Landssjúkrahúsinum liðugur.
Men tey, sum í langa tíð hava glett seg til betri umstøður á Landssjúkrahúsinum, mugu brynja seg við toli í óasetta tíð.
Tí hóast bygningurin verður liðugur, merkir tað ikki, at hann verður tikin í nýtslu.
Tað hava vit nevniliga ikki ráð til!
At kalla ongin peningur er settur av til at keypa tól fyri og tí er tað greitt, at nýggi bygningurin ikki verður tikin í nýtslu, tá ið hann er liðugur.
Poul Geert Hansen, leiðari á Landssjúkrahúsinum, sigur, at ein uppgerð yvir tørvin, vísir, at tól, innbúgv og útgerð skulu keypast fyri 44 milliónir fyri at kunna taka nýggja bygningin í nýtslu.
Næsta ár eru bara fimm milliónir settar av til nýggj tól á uppskotinum hjá landsstýrinum til fíggjarlóg. Men tað kann ikki brúkast til nakað sum helst, tí tað er bara ein dropi í havinum.
Tað ringasta er kortini, at tær fimm milliónirnar røkka ikki so frægt sum til tey mest neyðugu tólini, sum mugu byggjast inn í sjálvan bygningin og sum sostatt eisini mugu setast upp, samstundis sum bygningurin verður gjørdur liðugur.
?Tól og útgerð fyri einar 10 milliónir skulu byggjast inn í bygningin og tey mugu setast upp, áðrenn bygningurin verður gjørdur liðugur, tað vil siga áðrenn í juli næsta ár, tá ið bygningurin skal verða liðugur eftir sáttmálanum. Sostatt koma fimm milliónir at mangla í, bara til ta útgerðina, sum má keypast beinanveg. Verður hendan útgerðin ikki keypt, ber ikki til at gera bygningin lidnan.
Kanska í 2004
Poul Geert Hansen sigur, at landsstýrið hevur boðað frá, at ætlanin er at játta peningin í 2004.
?Sostatt kann útgerðin kanska bíleggjast í 2003 og setast upp fyrst í 2004, so at bygningurin kann takast í nýtslu einaferð út á árið í 2004.
Sostatt kemur bygningurin í besta føri at standa tómur til einarferð í 2004. Men í grundini veit ongin, nær bygningurin verður tikin í nýtslu, tí politiskar ætlanir kunnu skjótt broytast og Poul Geert Hansen heldur m, at tað kann saktans henda, at tað kemur at ganga longri tíð enn so, áðrenn nýggi bygningurin kann takast í nýtslu.
Men samstundis vísir hann á, at tað er heldur ikki nóg mikið av pengum næsta ár til at gera sjálva byggingina lidnað.
? Tað verða avsettar 35 milliónir til byggingina komandi ár. Men tað koma at mangla einar 9-10 milliónir í fyri at gera hana lidnað.
Hetta er peningur sum skal til fyri at broyta skurðgongina, forhøllina og annað á Landssjúkrahúsinum fyri at samanbinda gamla og nýggja bygningin.
Tí heldur Poul Geert Hansen, at Løgtingið ikki sleppur undan at játta einar 14-15 milliónir afturat til Landsjúkrahúsið næsta ár uttan at tað verður nógv dýrari og uttan at bróta teir sáttmálar, sum eru gjørdir.
Av teimum skulu 9-10 milliónir brúkast til sjálva byggingina og einar fimm milliónir skulu brúkast til tól, sum skulu byggjast inn í bygningin, afturat teimum fimm, sum eru á fíggjarlógini.
Umhugsa møguleikar
Leiðarin á Landssjúkrahúsinum sigur, at eitt uppskot hevur verið at gera eina verklagslóg komandi ár, sum bindur Landsstýrið til at játta neyðuga peningin í 2004. Hendir tað, kann útgerðin bíleggjast komandi ár, tá ið lógin er samtykt, so at hon kann leverast í 2004.
Men tað er alt óvist enn.
Hann vísir kortini á, at tá ið peningur verður játtaður til útgerð og tól, hevði tað avgjørt verið ein fyrimunur, at játtanin verður so mikið stór, at alt kann keypast í senn.
?Fyri tað fyrsta eru møguleikarnir fyri at fáa avsláttir betri, tess størri keypið er.
Men hann heldur, at tað er ein spurningur um hetta er ein útreiðsla, sum skuldi komið undir útbyggingarkvotuna hjá landsstýrinum, tí tað allarmesta av útgerðini verður keypt uttanlands og tí hitar tað ikki búskapin og leggur ikki trýst á arbeiðsmarknaðin.
Men hann dylir kortini heldur ikki fyri, at sum ábendingarnar eru nú, er ikki væntandi, at alt fer at verða játtað í einum, so tað fer kanska at taka nøkur ár keypa útgerðina, so at nýggi bygningurin kann takast í nýtslu.
Næsta ár er ætlanin at Landssjúkrahúsið skal fáa 40 milliónir, 35 milliónir til bygging og fimm milliónir til tól. Fær Landssjúkrahúsið eisini 35-40 milliónir í 2004, kemur framvegis 10-15 milliónir at mangla í. Tí kann tað hugsast, at útgerðin fer at verða keypt í 2004 og 2005, so tað fer at taka langa tíð at taka nýggja bygningin í nýtslu.
Poul Geert Hansen heldur, at tað er rættiliga óheppið, at tað ikki skal bera til at taka bygningin í nýtslu, nú hann er liðugur.
?Landssjúkrahúsið hevur bráðneyðugan tørv á meiri plássið og nýggi bygningurin hevur verið eitt ljóspunkt, og starvsfólkið hevur avgjørt sæð fram til at fáa nýggi bygningurin skuldi blíva liðugur.Tí er tað sjálvsagt frustrerandi at koma í hesa støðuna.
Hann sigur, at tey høvdu vænta at fáa pening til útgerð næsta ár, tá ið tørvurin var á tí og tað var eisini ætlanin. Men tá ið fíggjarlógin varð løgd, varð upphæddin tikin av.