Bureaukrati
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Tað er ongantíð lætt at hava eitt sjúkt barn. Tað er sum ein skriða loypir og skrykkir grundarlagið undan familjuni. Men Rani og Fríðgerð í Líð, sum eru ávikavist portørur og lærarinna, kláraðu at fáa dagligdagin at hanga saman, og batar vóru at hóma, hóast tey hava eitt sjúkt barn. Ein lógarbroyting í juli mánaði fær tó skirvisliga korthúsið at rapa. Tey seta seg í samband við Almannastovuna, og har byrjar ein mánaðarlang leitan eftir hjálp og eftir einum svari. Ein leitan, sum enn ikki er liðug.
Fyrsta skriðan loypir
Tað byrjar alt sum í einum dreymi, og Fríðgerð og Rani í Líð sveima sum á ljósareyðum skíggjum. Vit eru í desember mánaði og Fríðgerð hevur júst átt sonin Lýðar. Hetta er næsta barn teirra. Skjótt finna tey tó útav, at alt er ikki sum tað skal vera. Lýðar tekur ikki uppá, sum hann skal.
Hann líðir av eini sjúku, sum kallast Reflux. Hetta merkir at lukkimuskulin niður í magan er ov veikur, og at magasýra rennur upp aftur alla tíðina. Hetta ger at hann má hava eina sondu beinleiðis í magan, og fær flótandi mat førdan inn við pumpu. Hetta tekur fleiri tímar dagliga. Men aðrir trupulleikar stinga seg eisini upp og Lýðar hevur ilt við at trívast.
Fyri familjuna merkir hetta, at Lýðar ikki kann verða í dagrøkt ella í barnagarði, og at tey tí mugu vera heima hjá honum og vera um hann døgnið runt. Í Føroyum er heldur eingin stovnur uttan Landssjúkrahúsið, ið hevur førleikar til at taka sær av honum, men Landssjúkrahúsið er eingin dagstovnur.
Batar í eygsjón
Stutt frammanundan eru tey komin uppundan við dóttrini Lív, sum eisini hevði líknandi trupulleikar. Hon er nú er vorðin somikið frísk, at hon kann eta vanligt og ganga á dagstovni.
Tá var Fríðgerð heima við henni, og Rani arbeiddi so nógv sum til bar, til tess at fáa fíggjarliga partin at hanga saman. At hava eitt sjúkt barn er strævið, og hugsingur var ikki um, at Fríðgerð skuldi vera einsamøll um enn eitt sjúkt barn.
Tí taka tey, í samráð við læknarnar, í januar mánaði avgerð um, at Rani eisini skal vera heima. Tá vita tey ikki hvussu leingi tað kann vara, inntil Lýðar aftur kann eta sum vanligt, og sleppur av við sonduna. Tey vóna at hann verður skjótt frískur, men tað kann eisini vara meira enn eitt ár.
Fríðgerð er í barnsburðarfarloyvi, og Rani kann vera heima við fullum endurgjaldi fyri inntøkumiss vegna sjúkt barn. Ætlanin er so at Fríðgerð skal aftur til arbeiðis upp á hálva tíð eftir at farloyvið er av.
Tey fáa tá játtað, at Rani kann vera heima og fær fult endurgjald. Spakuliga gongur framá, Lýðar betrast sum hann skal, fíggjarliga hanga tingini akkurát saman og batar eru at hóma.
Seinna skriðan loypir
Men brádliga loypir tann næsta skriðan. 1. juli verður ein lógarbroyting framd. Løgtingið samtykkir at seta eitt hámark fyri, hvussu stórt endurgjaldið fyri mista arbeiðsinntøku kann vera. Broytingin hevur við sær, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku ikki verður veitt fyri tann partin av bruttuinntøkuni, ið er omanfyri 25.000 krónur um mánaðin, íroknað frítíðarløn.
Hetta fær Rani at vita í einum skrivi frá Almannastovuni. Rani arbeiðir vanliga sum portørur á Landssjúkrahúsinum, og gjøgnum seinasta árið hevur hann havt eina ársinntøku sum svarar til líka undir hesa upphædd um mánaðin. Tí heldur hann ikki ikki, at tey verða rakt av broytingini, og niðast í skrivinum stendur, at tá kunngerðin er lýst, verður teirra mál tikið upp til viðgerðar, og fer Almannastovan síðani at venda sær aftur til teirra fyri nágreiniliga at kunna tey um møguligar broytingar.
- Men tá eg so hyggi inn á heimagreiðsluna, síggi eg at endurgjaldið er skorið við næstan 2000 krónum um mánaðin, og eg havi einki fingið at vita frá Almannastovuni, sigur Rani.
Við teirri upphæddini, sum tá er eftir, melur tað ikki runt fíggjarliga. Skuld hava tey nógva, og stórt inngjald á heildarkontuna hvønn mánað. Tá so øll gjøld eru farin av, hava tey um 2700 krónur eftir at liva fyri um mánaðin.
Kastibløka millum skriviborð
Rani setur seg beinanvegin í samband við Almannastovuni. Hann vil hava eitt svar uppá hví henda skerjing er farin fram, tí eftir tí sum varð teimum kunngjørt, áttu tey ikki at verið rakt av lógarbroytingini.
Men hjá Almannastovuni er einki greitt svar at fáa. Í ein heilan mánað tosar hann við málsviðgeran hjá sær, uttan at fáa nakað greitt svar og uttan at fáa hjálp. Nú fellir enn eitt útgjald, og enn einaferð hava tey bara 2700 krónur at liva fyri um mánaðin, og skulu tey hava mat á borðið allan mánaðin, má kontoin setast í trot.
Ein málsviðgeri fer í feriu, og Rani endar hjá tí næsta málsviðgeranum. Men einki greitt svar er at fáa. Nógv ymisk og ógreið svør verða latin honum, uttan at støðan tó broytist nakað. Henda støðan heldur fram og hann verður tveittur á alsamt fleiri ymisk borð, tí tann málsviðgerin ikki kann gera meira.
Ikki longur ráð til mat
Í dag stendur Rani við tað fimta skriviborðið, og aftur hjá upprunaliga málsviðgerðanum. Enn hevur hann einki greitt svar fingið, og triðja útgjaldið stendur fyri framman, har tey bara fáa 2700 krónur at liva fyri um mánaðin.
- Nú eru vit komin hartil, at eg ikki longur havi ráð at keypa ein pakka av mjólk ella at fáa mat á borið til børnini, staðfestir Rani.
Sjúkrahúsið er tað, sum krevur at drongurin má vera heima og vera ansaður. Tað verður ein sammeting milum foreldrini og læknan, nær hann er førur fyri at fara í røkt. Tey verða tí noydd at vera heima um hann, og fáa endurgoldið lønarmissin.
- Eg kann ikki bara fara til arbeiðis aftur, tí eingin er at ansa Lýðar og taka sær av honum. Tað tekur fleiri tímar dagliga bara at geva honum eta, og tað er við eini serligari pumpu, sum pumpar matin inn gjøgnum sonduna, greiðir Rani frá.
Lang viðgerðartíð
Tá komið er út í juli mánað, verður avgerð tikin um, at Fríðgerð, móti ráðunum hjá læknunum, skal fara aftur til arbeiðis. Hon er lærari, og henni stendur í boði at fáa starv í einum skúla. Strævna tíðin við sjúkum barni hevur tó gjørt, at hon undir ongum umstøðum hevur orku til at arbeiða fulla tíð beinanvegin. Tí verður avrátt við læknan, at hon kann fara til arbeiðis upp á hálva tíð, og fær at vita, at hon kann fáa hina helvtina endurgoldna frá Almannastovuni vegna sjúkt barn.
Læknaváttanin verður send 20. juli, og hon fer til arbeiðis tá skúlarnir byrja, í vónini um at alt er í lagi. Eina góðan mánað eftir at læknaváttanin er send, hevur hon einki hoyrt aftur og ringir at rykkja eftir einum svari. Men tá fær hon at vita, at har manglar eitt umsóknarblað. Málsviðgerðin kann tó taka á teirra kappa, at tey áttu at havt ringt til Fríðgerð og sagt, at hon skuldi fylla eitt umsóknarblað út saman við læknaváttanin, men at eingin hevði ringt.
Hetta er tó í góðari tíð áðrenn fyrsta lønargjaldið er seinast í august, og umsóknarblaðið verður fylt út og viðgerðin fer í gongd.
Hon fær tá at vita, at tað ganga nakrir dagar áðrenn tað verður viðgjørt, men so verður tað aftur útskotið. Upp í fleiri ferðir fær hon at vita, at tað skuldi verða viðgjørt. Síðani varð ein endalig freist sett á, men í dag eru akkurát meir enn tvær vikur síðan hon skuldi fáa eitt endaligt svar, og hóast hon dagliga rykkir eftir einum svari, hevur hon enn ikki fingið tað. Nú kann hon heldur ikki fáa at vita nær hetta svarið kemur.
- Málið er farið í eina stjórnarnevnd, sum virkar sum eitt lukkað land. Eg havi spurt fleiri ferðir, hvønn eg kann tosa við har, uttan tó at fáa fatur á nøkrum sum helst, greiðir Fríðgerð frá.
- Eg hevði kunnað fingið fult starv frá byrjan av og hevði nokk klárað tað, sjálvt um tað var tungt, men í samráð við læknan valdu vit hesa loysnina. Í dag er sjálvandi einki fulltíðarstarv at fáa, og tí er tann møguleikin ikki longur opin, sigur Fríðgerð.
Triðja skriðan er lopin
Meðan Fríðgerð hevur bíðað eftir einum svari frá Almannastovuni, um hon kann fáa hina helvtina afturgoldna, eru skjótt tvær lønarútgjaldingar farnar fram.
Hon fær hálva løn, og veit enn einki, um hon fær hin helvtina endurgoldna.
- Tá eg nú fái løn aftur, er hon vekk áðrenn hon yvirhøvur er komin. Tað er upp á ein máta nokkso eyðmýkjandi at muga viðurkenna, at vit eru fátæk. Vit hava ikki ráð at keypa mat, og nakar formur fyri luksus, so sum at bara keypa ein pakka av smákøkum, ella fara ein túr út við vinfólkunum, er yvirhøvur ikki hugsandi, vísir Fríðgerð á.
Neyðin rekur tey av landinum
So hvørt sum dagarnir nú ganga, veksur trotið hjá Rana og Fríðgerð bara. Tey hava ikki longur fyri mat á borðið tá mánaðin fer at halla, og vónin um at fáa eitt skjótt svar frá Almannastovuni og vónin um hjálp, hvørvur í blánanum.
- Tað, sum er umráðandi nú, er bara at fáa eitt svar. Bara okkurt svar, sigur Fríðgerð.
Tey tosa saman eina løtu, og í eini viðmerking nevnir hon eisini, at tey hava hugsað um at fara av landinum, tí niðri halda tey at tey kunnu fáa betri hjálp enn her.
Sagt verður at har sum ein skriða er lopin er onnur væntandi, og kanska verður tað neyðin, ið rekur Rana og Fríðgerð av landinum.