Fótbóltur
Rógvi Jacobsen skal komandi tvey árini spæla við ÍF.
Tað ljóðaði longu fríggjadagin, og leygardagin varð spælaraskiftið staðfest, tá ÍF á ársveitsluni kundi boða frá, hvør av teirra spælarum hevur 9-talið á rygginum komandi kappingarár.
Tað er longu nakað síðani, at KÍ staðfesti, at Rógvi hevði frítt at fara. Eins og fleiri onnur feløg í landinum, so hevur KÍ trupult við at fáa fíggjarligu endarnar at røkka saman, og í semju við spælaran varð fyri jól gjørt av, at tað helst var best, um partarnir fóru hvør til sítt.
Tað merkti tó ikki, at KÍ vildi lata Rógva Jacobsen fara fyri einki, men við heimasíðuni hjá KÍ staðfestir Tummas Lervig, at teir ikki kundu siga nei, tá ÍF kom við einum boði upp á spælaran.
- Fíggjarliga fyritreytirnar í samfelagnum eru sera nógv broyttar bara síðstu mánaðirnar, og tað hava vit merkt í KÍ. Vit mugu heilt einfalt laga okkum eftir versnandi fíggjarligu umstøðunum. Samstundis vil eg takka Rógva fyri gott samstarv og ynskja honum góða eydnu í ÍF, sigur Tummas Lervig, formaður, við heimasíðuna hjá KÍ.
Feløgini eru samd um ikki at upplýsa innihaldið í sáttmálanum.