Ikki ráð at byggja eftirskúla í Hvalba

Tað er alt, sum talar fyri, at ætlanin, sum í fleiri ár hevur verið um at byggja eftirskúla í Hvalba, verður av ongum. Tað skilst á Helenu Dam á Neystabø, tá ið hon svarar einum spurningi, frá Sjúrði Skaale, sum hevur fregnast eftir málinum.

Landsstýriskvinnan í mentamálum sigur, at fíggjarliga gongdin í samfelagnum førir við sær at tað er neyðugt at spara.

Avleiðingin av hesum er, at tað hevur ikki borið til at arbeiða miðvíst við einum eftirskúla í Suðuroy.

Kortini staðfestir hon, at hon stendur við ætlanirnar, hon áður hevur fráboðað um eftirskúla í Suðuroy.

Og tær ætlanirnar eru, at fólkaskúlar í Suðuroy skulu leggjast saman í størri skúlar, so at onkur av skúlabygningunum, sum longu eru, kunnu brúkast til ein eftirskúla í framtíðini.

- Tað er einki meira natúrligt, enn at ein av hesum skúlum verður nýttur til eftirskúla, og at ein íbúðarbygningur verður bygdur afturat til næmingabústaðir, sigur Helena Dam á Neystabø.

Í hesum sambandi hevur mest verðið hugsað um skúlan í Sumba ella skúlan í Trongisvági.

So skjótt, sum tilber, fer hon at venda sær til kommunur, skúlastýri og skúlaleiðslur í Suðuroy um at slóða fyri eini nýskipan á fólkaskúlaøkinum, har skúlar verða lagdir saman í størri eindir.