Ikki privata oljuleiðing

Fýra tey størstu privatu oljufeløgini í Russlandi hava havt eina ætlan um at leggja eina oljuleiðing heilt úr Sibiria til Murmansk, men nú hevur stjórnin í Moskva boðað frá, at tað sleppa feløgini ikki at gera. Stjórnin hevur samstundis sýtt teimum privatu feløgunum at gera eina oljuleiðing til Kina og eina til Svartahavið.
Russisku myndugleikarnir ætla, at í 2007 skal USA keypa 13 prosent av sínari oljunýtslu úr Russlandi, og at hendan oljan skal leiðast ígjøgnum rørleiðingar úr Vestursibiria til Murmansk. Haðani skal oljan so flytast við tangaskipum til USA.
Russiskir fjølmiðlar siga, at russiski ríkiskassin megnar ikki at leggja ta longu rørleiðingina einsamallur, og harafturat er tað ein trupulleiki, at tey privatu oljufeløgini vilja ikki taka lut í einari almennari verkætlan, uttan at tey fáa góða trygd fyri, at tey sleppa at gagnnýta sínar íløgur.