Ikki plástur men ein kunsttarmur

Tað var eitt petti av kunsttarmi, sum var í livradeigginum, sum ein maður keypti í SMS tann 27. februar. Kunsttarmur er sterilur og verður brúktur í pylsuframleiðsluni

Sosialurin skrivaði 28. mars um ein mann, sum hevði keypt ein pakka av livradeiggi í Miklagarði, har eitt fremmandlikam var í, sum í fyrstu syftu varð hildið at vera eitt heftiplástur.

Maðurin gjørdist sera skakkur av hesum, tí sum vera man er tað sera ólekkurt at finna eitt heftiplástur í matvørum.

Pakkin fór á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, har fremmandlikamið varð kannað. Í fyrstu atløgu søgdu tey, at tað líktiskt einum heftiplástri, men tað kundu tey ikki staðfesta, fyrr enn gjøllari kanningar vórðu gjørdar.

Tey í Miklagarði fingu til vega eitt stykki av kunsttarmi frá veitaranum, sum er latin Heilsufrøðiligu Starvsstovuni.

Jørgen Jørgensen, slaktarameistari í Miklagarði segði beinanvegin við 100% vissu, at einki heftiplástur ella nakað annað fremmandlikam varð komið í matin í Miklagarði, tí innanhýsisreglugerðin er so strong, at hetta ikki letur seg gera. Hann segði eisini, at eingin hjá slaktaranum í Miklagarði arbeiðir við heftiplástri á hondunum.

Tá Sosialurin tosaði við Jørgen Jørgensen í gjár, hevði hann ikki frætt um úrslitið frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni ? og hann fegnaðist sum vera man.

- Hatta vísir bara, at tað loysir seg at bíða, til man hevur hoyrt allar partar í einum máli, heldur enn at fara út við einum ódokumenteraðum pástandi, sigur Jørgen Jørgensen, slaktari, sum heldur at Sosialurin í hesum føri hevur verið ov skjótur við avtrekkjaranum.

Hann skilir væl, at fólk argast, tá tey finna eitthvørt í matinum, sum ikki skal vera har. Men sum hann eisini vísti á í Sosialinum 31. mars í ár, so er tað stórur munur á, um talan er um eitt heftiplástur ella ? sum tað nú vísti seg ? eitt petti av kunsttarmi.

- Kunsttarmurin er sterilur, og hann verður brúktur í pylsuframleiðsluni. Hann skal sjálvandi ikki vera í livradeiggi, men eingin fær skaða av honum kortini, sigur Jørgen Jørgensen, sum er vísur í, at hesin kunsttarmur ikki kann vera komin í livradeiggið í Miklagarði, men í framleiðsluliðnum áðrenn.

Jørgen Jørgensen sigur, at tey sjálvandi merktu tað á søluni, tá søgan stóð á forsíðuni á Sosialinum. Men kortini var tað eingin annar, sum boðaði frá nøkrum fremandlikami í livradeigginum.

- Eg skilji væl, at fólk gera vart við slíkt, og vit vilja sjálvandi halda eyguni meira opin ? vera meira árvakin, sigur Jørgen Jørgensen, slaktarameistari í Miklagarði, sum er sera fegin um, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan er komin til hesa niðurstøðuna.