Ikki pláss til frítíðarítriv

24 ára gamla Bjørg Mohr Anderssen starvast sum sjónvarpsteknikari hjá Sjónvarpi Føroya. <ph_1> hevur hitt Bjørg til eitt prát

Hesuferð stendur hon, sum vanliga stendur aftanfyri linsuna, frammanfyri. Bjørg Mohr Anderssen starvast sum sjónvarpsteknikari í Sjónvarpi Føroya. Her tekur hon sær mest av at fotografera og av ljósunum.

? Pápi mín fotograferaði nógv, so eg havi altíð fjasast uppi í. Av fyrstan tíð vildi eg gerast fotografur, sigur Bjørg Mohr Anderssen, sum er 24 ára gomul.
Í áttanda flokki tá Bjørg skuldi í starvsvenjing, ætlaði hon í starvsvenjing í Sjónvarpinum, men av tí, at Sjónvarpið ikki tók praktikantar úr 8. flokki, fór hon í starvsvenjing á Sosialinum. Her var hon nógv úti við fotografinum og var uppi í meðan myndir vórðu gjørdar.
Sum 16 ára gomul flutti Bjørg niður til Danmarkar. Her fekk hon arbeiði á eini lokalari sjónvarpsstøð.
-? Tað var ringt at fáa praktikkpláss, sum fotografur, so tá eg fekk arbeiðið á sjónvarpsstøðini tók eg av. Eg gavst eftir 9. flokk, so eg havi so at siga onga skúlagongd. Eg havi ongantíð gingið á student ella nakað líknandi, greiðir Bjørg frá, sum síðani sigur, at hon altíð hevur verið ógvuliga málrættað.
? Tá eg fyrst fann útav, at hetta var arbeiðið fyri meg, visti eg beinanvegin hvat eg skuldi. Eg helt ikki, at tað var nøkur grund til at brúka tíðina upp á at fara á student ella okkurt líknandi, tá eg ikki fór at fáa brúk fyri útbúgvingini allíkavæl.

Dámar væl

Bjørg sigur, at henni dámar ótrúliga væl hetta arbeiðið.
? Eg hevði ongantíð kunna verið ein kontórmús. Mær dámar væl at sleppa út og gera ymiskt, og her er tað soleiðis, at hvønn dag hendir nakað nýtt. Tú møtir nógvum fólki ? ofta so nógvum, at tú orkar ikki at síggja meira fólk, tá tú kemur heim, sigur Bjørg, og stórflennir.
Fotografurin sigur, at í hesum arbeiðinum noyðist ein at vera kreativur og tað er eisini ein avbjóðing.
? Eg fáist mest við at fotografera og av ljósunum. Eg eri ikki týpan, sum situr og redigerar. Sjálvandi redigeri eg viðhvørt, men mær dámar best at fotografera.
Sjálvt myndatólið kann tykjast tungt hjá okkum »meinigu føroyingum« at hyggja eftir. At dragsa upp á eitt tungt myndatól á herðunum ein heilan dag er nú heldur ikki bara sum at siga tað. Bjørg sigur, at onkuntíð tá ein hevur arbeitt leingi, so gerst man stívur í nakkanum og noyðist at fara til fysioterapeut.
? Tað er ikki beinleiðis nakað negativt við hesum arbeiðinum, sigur Bjørg, sum ger greitt, at hetta er arbeiðið hon ætlar sær at hava restina av lívinum. Kanska ikki bara í Føroyum, tí hugurin at leita útum klettarnar er eisini til staðar.
? Men í hesum arbeiðinum er ikki pláss til nakað frítíðarítriv. Arbeiðstíðirnar eru so ymiskar, at tú kanst ikki beinleiðis fáast við nakað, sum er um kvøldarnar. Eg havi spælt nógv flogbólt fyrr, men tí eri eg givin við nú. Eg eri tó byrjað hvørt ár, men havi síðan verið noydd at ásanna, at tað ikki ber til. Tað ber ikki til at vera hálvur á einum stað.
Hugurin til útlondini er sjónligur í prátinum. Bjørg sigur, at hon hevði væl tímað at farið uttanlands at arbeitt.
? Her í Føroyum er tað eitt lítið stað, og tað er avmarkað, hvussunógv ein kann gera. Men tú sleppur at gera nógv, sum tú kanska ikki hevði sloppið aðrastaðni. Men, sigur, Bjørg, ? vit hava nógv at læra frá øðrum støðum.
Í sjónvarpinum hevur Bjørg ymiskar vaktir. Ein vakt er tíðindavaktin. Har verður tikið upp til dag og viku. Sjálv sigur fuglafjarðargentan, at henni dámar best at gera sendingar, sum fara eitt sindur djúpari inn í eitt evnið enn tíðindasendingarnar gera.
? Mær dámar eisini at vera á tíðindavakt, men tað skal ikki vera ov leingi í senn.
Man skuldi trúð, at ein sum Bjørg, sum fæst við sjónvarpi meginpartin av degnum, ikki hevði nakran serligan hug at hyggja í sjónvarp tá hon kom heim um kvøldarnar. Men so er ikki rættiliga. Bjørg sigur, at hon hevur ofta sæð nógvar sendingar. So sum Borð um borð sendingar hevur hon allar sæð, og tí er tað kanska ikki eins spennandi at síggja, tá tað er á skránni.
? Men eg síggi bara Sjónvarp Føroya, sigur Bjørg, og stórflennir. ? Men eg plagi ofta at sita og hyggja. Bæði eftir sendingum, sum eg sjálv havi tikið upp, og tá plagi eg sum oftast at sita og kritisera. Ofta siti eg eisini og hyggi uttan nakað ljóð og bara hyggi eftir myndunum og hvussu sendingin er gjørd. Ella eisini leigi eg filmar, men parabolin skal keypast.
Bjørg ásannar, at hon hevur verið heppin tá tað kemur til arbeiðið. Hetta er eitt starv, sum er torført at fáa, men hjá henni hevur tað eydnast sera væl at fáa tingini at hanga saman.
? Tað er ringt at fáa eitt slíkt starv, men hjá mær hevur tað eydnast rættiliga væl. Tað hevur bara koyrt síðani eg av fyrstan tíð byrjaði, sigur Bjørg at enda.