Tey seinastu árini hava nakrir ríkmenn brúkt ovurhonds nógvar pengar til at sleppa eina ferð út á altjóða rúmdarstøðina ISS, men nú fer hesin parturin av ferðavinnuni at nærkast endanum. Orsøkin er, at í 2009 skal ein rúgva av nútímans tøkni setast upp umborð á rúmdarstøðini. Tað fer at krevja, at seks fólk skulu búgva á støðini at kalla alla tíðina, og so er ikki pláss fyri nøkrum ferðafólki har, sigur Anatolij Perminov á russisku rúmdarumsitingini. Hann sigur, at áhugin fyri at sleppa eina ferð út í rúmdina er framvegis stórur.