Í blaðnum í gjár høvdu vit samrøðu við Ingeborg Vinther, formann í Føroya Arbeiðarafelag, um valið av Jógvani Andreasen sum Løgtingsins Umboðsmann.
Í greinini sigur Ingeborg Vinther, at hon metir ikki Jógvan Andreasen vera rætta valið til hetta starv. Hon heldur tó ikki, at hann hevur verið partískur mótvegis fakfelagsrørsluni, sum tað annars kom fram í greinini.









