Ikki óvanligt at ítróttarfeløg hjálpa

Tummas Lervig, formaður í KÍ, væntar, at flestu ítróttarfeløg í landinum royna at hjálpa fátækum børnum.

Eftir sendingina Við hjálp frá góðum fólki hóskvøldið eru fleiri, sum hava sett korini hjá fátøkum børnum á breddan. Eitt av feløgunum er B36, sum mánadagin kunngjørdi, at teir hava gjørt avtalu við Í menniskjum góður tokki, um at nøkur børn kunnu fáa ókeypis limaskap í fótbóltsfelagnum.

 

In.fo hevur í dag sett seg í samband við onnur ítróttarfeløg um landið, fyri at kanna, hvørjar møguleikar tey geva teimum familjum, sum sita í trongum korum.

 

Tað vísir seg, at tað er als ikki óvanligt, at ítróttarfeløg veita familjum eina hjálpandi hond, um tey vita, at familjur eru, sum í veruleikanum ikki hava ráð at senda børnini til ítrótt.

 

Tummas Lervig, formaður í KÍ, sigur, at har hava tey í longri tíð roynt at veitt teimum hjálp, sum treingja hana. Hann heldur eisini, at tað er vanligt millum fleiri ítróttarfeløg í landinum.

- Um vit vita um familjur, sum sita í trongum korum, so kemur meiri enn so fyri, at vit lata tey vita, at teimum ikki tørvar at gjalda limagjald, sigur Tummas Lervig.

- Venjararnir og aðrir ábyrgdarpersónar í feløgunum hava samband við familjurnar og síggja tí, hvør tørvurin er, og so royna vit at hjálpa, har vit kunnu, sigur hann.

 

Tummas Lervig sigur, at Klaksvíkar Ítróttarfelag eisini leggur seg eftir, at hava so bíligan limaskap sum gjørligt, fyri at øll skulu hava møguleikan at vera við. Í KÍ er príslegan so, at eingin familja rindar meiri enn 900 krónur tilsamans fyri síni børn.

- Vit vilja seta børnini í fokus og hava øll við, og tí royna vit at halda prísinum niðri á einum rímiligum støði. Limagjald fyri eitt barn er 500 krónur, og í tí er íroknað ein fótbóltur. Síðani verður systkinaavsláttur veittur fyri næsta og triðja barnið, men frá fjórða barninum og upp er eingin eyka kostnaður, so tað mesta ein familja rindar er 900 krónur.