? Amnesty International arbeiðir burturav við politiskum fangum, og tað meta vit ikki, at Sigmundur er, sigur Ingibjørg Berg, formaður í føroysku deildini hjá Amnesty International.
? Nakað av tí, sum Amnesty arbeiðir mest við, er at fólk skulu hava loyvi at hava og bera fram meiningar, og at tey skulu fáa eina rættvísa rættargongd.
Fleiri kunnu halda, at Sigmundur Andreasen avgjørt ikki fær eina rættvísa rættargongd á oynni Reunion, men hann er ikki ein politiskur fangi, og tí kunnu vit gjøgnum Amnesty ikki gera so nógv við málið, sigur Ingibjørg.
Samarbeiða við aðrar mannarættarfelagsskapir
Hóast Ingibjørg vísir á, at málið við Sigmundi Andreasen ikki kemur undir arbeiðsøki hjá Amnesty International, so vil Amnesty tó verða við í einum samstarvi við aðrar altjóða felagsskapir, sum møguliga vilja gera nakað í hesum málinum. Amnesty International eru til reiðar at vera við og taka lut á tann hátt, tað letur seg gera.
Ingibjørg sigur, at Amnesty International - Føroya Deild, varð spurt fyri umleið tveimum mánaðum síðani, um tey kundu gera nakað við málið. Tey kannaðu málið tá, men mettu ikki, at tað lá undir teirra arbeiðsøki. Ingibjørg sigur tó, at tey vilja síggja, hvat hendir víðari í málinum. So kann tað eisini vera, at tey vilja gera teirra ávirkan galdandi.
Men sjálvt um tað er ein føroyingur, sum er í hesum málinum, vil Amnesty International ikki útnytta støðuna. Tað er nevnliga ikki hvør einstøk deild hjá Amnesty, sum arbeiðir fyri teirra søkum, men tað er tað altjóða Amnesty, sum ger sína ávirkan galdandi. Hetta er eisini fyri at verja deildirnar í eitt nú teimum Latínamerikansku londunum, og aðrastaðni, har arbeiðskorini ikki eru so góð.