Pólski uttanríkisráðharrin, Radoslaw Sikorski, er positivur um úttalilsini hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, um møguleikan at senda Nato-herfólk til Ukraina.

Ikki óhugsandi við Nato-herfólki í Ukraina

- At Nato-herfólk kunnu verða send til Ukraina, er ikki óhugsandi, skrivar pólski uttanríkisráðharrin á X.

 

Pólski uttanríkisráðharrin, Radoslaw Sikorski, er positivur um úttalilsini hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, um møguleikan at senda Nato-herfólk til Ukraina.

Pólski uttanríkisráðharrin, Radoslaw Sikorski, er positivur um úttalilsini hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron.

 

Emmanuel Macron segði nevniliga á toppfundi í París herfyri, at Nato-herfólk úr vesturheiminum kunnu verða send til Ukraina.

 

- At Nato-herfólk kunnu verða send til Ukraina, er ikki óhugsandi, skrivar pólski uttanríkisráðharrin á X, fyrrverandi Twitter.

 

Í mun til útsagnirnar hjá Radoslaw Sikorski og Emmanuel Macron, hava umboð fyri fleiri Nato-lond sagt, at hetta kemur ikki upp á tal.

 

- Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hevur eisini víst aftur, at slíkt er upp á tal, veit tíðindastovan, NTB, at siga í dag.

 

 

 

Pólski uttanríkisráðharrin, Radoslaw Sikorski, er positivur um úttalilsini hjá franska forsetanum, Emmanuel Macron, um møguleikan at senda Nato-herfólk til Ukraina.