Ikki nokk at velja ein ungan formann

Javnaðarflokkurin er ein fólkarørsla, sum ikki letur seg stýra av einum fólki.

Tað staðfesti nývaldi formaður Javnaðarfloksins í jomfrútalu síni, sum nývaldur formaður í flokkin um Hann takkaði eisini fráfarandi formanni fyri samstarvið og ásannaði, at hann hevði fingið stórar skógvar at fylla.

Nógvar atfinningar í seinastunim ikki bara av politikkinum, men eisini innanfloks hava atfinningar verið ímóti tí samskifti, sum hevur verið.

Tí verður neyðugt at umskipa Javnaðarflokkin og styrkja samabandið ímillum flokkin og grasrøturnar.

Nógv hava sóknast eftir einum ættarliðsskifti í Javnaðarflokkinum og tað skal takast á tveimum mótum, heldur Aksel V. Johannesen.

Tað er nevniliga ikki nokk at velja ungan formann, men flokkurin má alla tíðina endurnýggjast, tí annars stirðnar flokkurin og í hesum sambandi er neyðugt at styrkja floksskipanina.

Hann staðfesti, at flokkurin er ein samríkjaflokkur, sum ikki setir vælferðina í vanda fyri fullveldi.

Tosaði um at umskipa nógv øki. Hann spurdi um tað er rímiligt, at ein sjómaður, sum forvinnur 700.000 krónur um árið, fær hægri sjómannafrádrátt enn sjómaðurin, ið forvinnur 300.000 krónur um ári.

- Vit eiga at hugsa longur enn eitt løgtingsval ísenn og vit skulu ikki vinna valið fyri einhvønn prís.

Aksel V. Johannesen segði, at tað er umráðandi, at flokkurin byggir á síni grundsjónarmið og at hann varðveitir trúvirðið, eisini eftir eitt nýtt val, segði hann tá ið hann takkaði fyri álitið og var klappaður niður av røðarapallinum av standandi fundarfólkinum.

Á myndini verða atkvøðurnar taldar upp og tað var sum undir lestri ímeðan tað fór fram