Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Dávur Glerfoss
Umstrídda málið um giktlæknan er ikki nóg væl handfarið, heldur næstformaðurin í Giktafelagnum, Dávur Glerfoss.
Tað er nú greitt, at Pero Sore, giktlækni, framhaldandi verður virkandi serlækni í ein mánað afturat, men avgerðin um hetta fall ikki fyrr enn á hansara møguliga seinasta starvsdegi. Beint áðrenn hesi tíðindini bórust, harmaðist Dávur Glerfoss um handfaringina av málinum.
- Hetta er ein støða, sum er íkomin fyri langari tíð síðani, og ein loysn átti at verið funnin áðrenn. Millum annað kundi verið lýst eftir einum giktalækna nógv fyrr, sigur hann.
Les eisini: Væntar loysn í mars
Mett verður, at áleið 1.500 føroyingar hava tørv á ambulantari viðgerð, og óvissan um hesi fóru at hava ein giktlækna hevur valdað heilt inntil seinasta starvsdagin hjá Pero Sore.
- Tað hevði verið ein katastrofa, um giktalæknin hevði verið farin frá, vísir næstformaðurin í Gitktafelagnum á.
- Í verandi støðu, hava Føroyar við Pero Sore ein dugnaligan serlækna í giktsjúkum, sum eisini dugir føroyska málið. Serkunnleiki á økinum er torførur at fáa hendan vegin, og ein trupulleiki, sum tekur seg upp, er, at konsulentar uttanífrá ikki eru stinnir í føroyska málinum. Tað førir við sær, at sjúklingarnir sjálvir verða noyddir at greiða frá sínum viðgerðartørvum, tí konsulentarnir eru málsliga skerdir at lesa journalarnir um sjúklingarnar. Og tað er avgjørt ikki nøktandi, sigur Dávur Glerfoss.
Sum skilst, eru ábøtur gjørdar og ein fyribilsavtala við giktlæknan er undirskrivað um, at Pero Sore heldur fram í ein mánað afturat, inntil greiða er fingin á onnur átrokandi viðurskifti.