- Ikki nóg gott

Sløk 22 prosent av útisetunum vilja á løgtingsval.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr samrøðuna við Torstein Fríðfinsson

 

Fyribilstølini úr Landsfólkayvirlitinum siga, at sløk 200 lesandi útisetar eru upptiknir á løgtingsvallistan, meðan um 100-150 umsóknir framvegis eru til viðgerðar. Verða hesi tikin upp á vallistan og ikki fleiri umsóknir, eru sostatt góð 350 fólk, sum sleppa at greiða sína atkvøðu.

 

Hetta eru nøkur færri enn undanfarna løgtingsval, og svarar bert til 22 prosent av samlaða útisetaskarðanum, ið sambært STUDNA, las uttanlands í 2013-2014.

 

Ikki nóg gott

Torstein Fríðfinsson, nevndarlimur í MFS Keypmannahavn, hevur dúvað á at kunna um møguleikarnar hjá útisetunum at varðveita sín valrætt, og harmast um, at prosentvísa undirtøkan ikki er størri.

 

- Tað er ikki gott nokk. Tað er ein missur fyri demokratii, at tey ikki eru fleiri, sum hava skrásett seg longu nú, sigur hann.

 

Sambært STUDNA, vóru fleiri enn 1.600 lesandi útisetar í skúlaárinum 2013-2014. Tað eru nærum 400 fleiri, enn samlaða atkvøðutalið hjá eitt nú Sjálvstýrisflokkinum til seinasta løgtingsval, men líkt er til, at einans ein lítil fjórðingur av útisetunum gera sær dælt av møguleikanum at fara á val.

 

Skal vera einfalt

Mannagongdirnar til tess at varðveita valrættin hjá útisetum verða oftast lagdar undir at vera ein av høvuðsorsøkunum til, at tey eru lutfalsliga fá, sum skráseta seg til løgtingsvalið. Áðrenn val varð útskrivað, høvdu bæði tinglimir og landstýriskvinnan við kommunumálum, Annika Olsen, sagt seg vera sinnað at gera mannagongdirnar lagaligari, men tað gjørdist av ongum í summarfrítíðini hjá Løgtinginum og heldur ikki nú, at eingir vanligir tingfundir vera.

 

- Vit kundu hugsað okkum, at tey lesandi vórðu skrásett á løgtingsvallistunum, tá ið tey lata umsóknirnar um ferðastuðul til STUDNA. STUDNI krevur hóast alt tey somu skjølini, sum útisetar annars skulu lata kommununum, tá ið søkt verður um upptøku á vallistunum, sigur Torstein.

 

Trýsta eisini eftir valið

Kunningarherferðirnar fyri mannagongdunum kyknað aftur til hvørt løgtingsval, men hóast tað er vallógin framvegis óbroytt síðani gildiskomuna í 1992.

 

- Hesiferð ætla vit okkum ikki at steðga við at trýsta politiska myndugleikan so skjótt sum valið er av. Undan løgtingsvalinum var breið politisk undirtøka fyri at dagføra vallógina fyri útisetar, og tað ætla vit okkum at minna tey á, inntil lógin verður lagaligari, sigur nevndarlimurin í MFS Keypmannahavn.

 

Ert tú lesandi uttanfyri Føroyar og ynskir at greiða atkvøðu til Løgtingsvalið, skalt tú vera upptikin á vallistanum í seinasta lagi týsdagin 11. august.

 

Umsóknarblað er at finna her.