Vestmanna kommuna fekk meira inn í kommunuskatti í juli í 2013 enn sama mánað í 2012.
- Í juli 2013 fingu vit 3.147.102 miljónir krónur í mun til 2.929.198 miljónir í juli 2012. Hetta er ein økstur á 217.904 krónur, sum svarar til 7,44%.
Vestmanna kommuna sigur, at skatturin hjá kommununi higartil í ár vísir eina lækking á 1,65% í mun til 2012, svarandi til 335.712 krónur.
- Vit eru nøgd við skattin fyri juli mánað, men ikki fyri samlaða kommunuskattin fyri fyrra hálvár 2013. Vónandi kemur henda positiva gongd í juli at halda fram restina av árinum, sigur kommunan.