Ikki nettoløn

Undir einum orðaskifti í norska Stórtinginum í síðstu viku vildu andstøðuflokkarnir hava at vita, um stjórnin hevur nakrar ætlanir um at gera eina nettolønarskipan fyri fiskiflotan fyri at tryggja skipum og bátum manning. Men tað ætlar stjórnin ikki. Helga Pedersen, fiskimálaráðharri, segði, at nettoløn skal brúkast, tá altjóða kapping ger tað neyðugt fyri at varðveita kappingarførið, og norska fiskivinnan er ikki í slíkari støðu, segði hon.