Hondbóltur, kvinnur
Tað var ikki væntandi, at Sóljan kundi gera stórvegis við oddaliðið úr Vestmanna, og tá liðini dystaðust sunnudagin, skuldi hetta eisini vísa seg at gerast sannleikin.
Einki roks
Eftir at gestirnir sluppu at spæla við fyrstu løtuna, meðan heimaliðið hitaði upp, settu meistararnir ferð á, og so var í veruleikanum lítið og einki at tosa um.
Uttan at tær nakran tíð vórðu noyddar at spíla seg út, og uttan at tær nakran tíð vóru undir nøkrum trýsti, var tað eitt sindur torført hjá VÍF at toga nakað meistaraspæl fram, men tað, sum tær vístu, var tó ríkiliga nógv til at basa Sóljuni.
Hvussu leingi
Við sigrinum syrgdu vestmenningar um ikki annað fyri, at tær framvegis hava fult stigatal, nú grundspælið er hálvrunnið, og ivaleyst man størsta avbjóðingin vera at halda fast um positivu hagtølini, sum siga, at VÍF ikki hevur sett stig til, síðani tær tann 15. oktober í fjør leiktu 23-23 í Klaksvík. Tapt hava tær ikki síðani seiansta dystin á vári 2000, tá Neistin vitjaði, og einasti spurningur í løtuni tykist vera, hvussu leingi sigursrøðin hjá VÍF fer at halda fram. Ein spurningur, sum tað væl kann taka sína tíð at svara.
Hjá Sóljuni eru tað aðrir spurningar, sum rúgva meira tann um sigursrøðina hjá VÍF. Fyrst og fremst ræður um at sleppa av botnsessinum, og hetta tykist fyrst og fremst at gerast ein dystur ímóti Kyndli. Gaman í hevur StÍF somuleiðis tvey stig, men eftir at tær nú aftur eru fullmannaðar, tykist tað vera sera sannlíkt, at tær fara at skava okkurt stigið afturat saman.
Hetta er so í øllum førum nakað, sum meira fæst at vita um innan alt ov leingi, tí um tvær vikur kemur StÍF á vitjan í Vágoynni, og hóast talan enn bert er um grundspælið, so kann hesin dysturin fara at geva eina ábending um, hvussu kappingin í botninum fer at laga seg í ár.
Dysturin í tølum:
VÍF-Sóljan 40-16 (22-9)
Málskjúttar:
VÍF: Ioana Rápa 8(1), Nicoleta Radu 8, Sóley Mikkelsen 6, Fríða Marjunardóttir 5, Jacklin Durhuus 4(1), Nicolina Eyðbjørnsdóttir 3, Jórun Ludvig 3, Alis Høghamar 2, Randi Kúrberg 1
Sóljan: Asta Petrauskiene 7, Hertha Simonsen 4, Heidi Maria Akselsen 3, Jana Jacobsen 1, Jóhanna í Horni 1
Brotskøst: VÍF 3, Sóljan 1
Útvísingar: VÍF 1, Sóljan 5
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen