Tey vóru helst nøkur, ið undraðust eitt sindur, tá tey sóu hvørjir mans sótu á bonkinum hjá Skála í gjár.
Jónhard Fredriksberg, Nenad Stankovic, Pætur Dam Jacobsen og Alexandur Johansen sluppu allir at byrja dystin á bonkinum, men tá seinni hálvleikur byrjaði vóru teir tríggir fyrst nevndu skiftir inn.
- Vit hava ein øgiliga týdningarmiklan dyst mikudagin, og tá vit longu hava havt nógvar skaðar í ár og ikki tola at fáa fleiri skaðar, so gjørdu vit soleiðis, sigur Johan Nielsen, sum eisini vísir á, at vøllurin á Mølini er harður at spæla á, og tað er ikki tað besta hjá leikarum, ið hava lætt við at fáa skaðar.
Eitt annað, sum eisini var broytt á Skálaliðnum í mun til seinast, var tann øgiligi stríðsvilji og tað hugflog, ið merkti liðið í dystinum móti NSÍ. Venjarin hjá Skála undraðist eisini eftir dystin á, hvat var vorðið av hesum eginleikum móti av EB/Streymi.
Spurdur um, hvat hann helt um málini, sigur Johan Nielsen, at tað fyrra kom so tíðliga í seinna hálvleiki, at hann ikki var komin út úr umklæðingarrúminum, og tí ikki fær sagt so nógv um tað.
- Tað seinna málið fáa teir, tá ein EB/Streymari dettur um ein viðleikara, og teir skora so upp á frísparkið, sum verður lagt inn fyri, staðfestir Johan Nielsen.
Næsta landskappingaruppgáva er móti GÍ, men Skálavenjarin vísir aftur, at Skála fer at stilla við nøkrum eykaliðið tá.
- Vit hugsa bara um ein dyst í senn, og tí fái eg ikki sagt, hvussu liðið sær út í móti GÍ. Men talan var ikki um nakað eykalið í dag, og eg havi fult álit á teimum leikarum eg havi í hópinum, slær venjarin hjá Skála fast.