Hjá teimum, sum hava heimalomb, kann hugskotið á viðheftu mynd vera genialt, serliga tá talan er um fleiri lomb, sum skulu hava kipp at leska sær við úr boppufløsku - upp til fleiri ferðir um dagin.
At hava eitt ílat - spann ella líknandi - har fleiri boppur stinga niður úr, sum myndin vísir, er ikki nakað nýtt uppfinnilsi. Hetta hevur verið kent og brúkt í fleiri ár.
Viðhefta mynd er tikin í Skemmugarðinum á Sandi, og í ílatinum eru fimm boppur, sum stinga út. Blandingin, sum lombini fáa, er vanliga kipp blandað upp í vatni, sum er kókað.