Ikki nær námind bjargingini

Bill M. Jacobsen, venjari hjá B68, frøist um tilgongdina av Brian Andresen.

- Hann hevur stóran týdning. Vit høvdu skotið 9 mál í 15 dystum, og nú hava vit skotið fýra mál í tveimum dystum. Tað sigur eitt sindur. Hann er eitt umráðandi bindilið í okkara spæli. Og tað hugsa vit mest um. Tað hevur ikki týning, hvør skjýtur málini – bara tey koma, staðfestir venjarin.

Tit hava seks stig frá niðurflyting nú, hvussu langt eru toftamenn frá bjargingini.

- Vit eru ikki nær námind henni enn. Tað er nógv arbeiði eftir at gera. Tað eru 30 stig at spæla um, og komandi vikurnar hava vit eina rúgvu av lykladystum, sum fara at avgera alt, sigur Bill M. Jacobsen, sum metti sigurin vera væl uppibornan í gjár.