Sjónvarp Føroya hevur gjørt av at samsenda við sjónvarpsrásina hjá Danmarks Radio. Samsendingin skal verða frá klokkan tólv á middegi hvønn dag. Nýggja skráin byrjar í heyst.
Tað føroyska tilfarið, sum verður at síggja, skal verða millum klokkan seks og níggju á kvøldi. Hetta er av sjónvarpsstjóranum Mikkjali Helmsdal definera sum eitt sparitiltak. Fleiri fólk skulu ikki sigast úr starvi, sigur hann.
Men fyrrverandi sjónvarpsstjórin, Tróndur Djurhuus, heldur ikki, at nýggja skráin hjá SVF er nøktandi.
- Út frá einum public service sjónarmiði er tað sjálvandi ikki nøktandi. Eg ivist í, um tað er rætt at blanda eina danska public service rás og eina føroyska upp á handa mátan. Tað gjørdi eg vart við í teimum sjónvarpssendingum, sum vóru herfyri, sigur Tróndur Djurhuus.
- Eg kann siga tað, sum eg segði í jubileums-sendingini hjá sjónvarpinum herfyri, har eg meinti, at tað er skilagott, at Sjónvarp Føroya sum stovnur framleiðir føroyskt tilfar til fleiri miðlar - bæði til sjónvarp, internet, og hvat mann annars kann hugsa sær. Og so meinti eg tað, at tann framleiðslan, sum sjonvarpið kemur við, liggur í primetime í einari skrá, sum annars er føroysk. Men aðrar viðmerkingar havi eg so ikki, sigur Tróndur Djurhuus, fyrrverandi sjónvarpsstjóri.
hkm