Sambært metingunum hjá Fiskamarknaði Føroya, verður ikki nógvur fiskur á uppboðssøluni hesa vikuna.
Tað verður ikki nógv av línufiski í vikuni. Ein kemur undan Íslandi og ein kemur við svartkalva undan Føroyum. Tvey onnur línuskip eru undir Íslandi, men tað er ivasamt, um teir koma inn í vikuni. Línuskipini fara helst til fiskarí eftir páskir.
Streymurin verður harður, men veðrið verður gott, so vit vanta nakað av útróðrarfiski eftir páskir, serliga frá snellubátunum.
Bara tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskarí, koma helst inn síðst í vikuni.
Partrolararnir fiska allir upsa, koma inn sum vikan líður. Fiskaríið er vánaligt. Tvey pør eru farin á gulllaksaveiðu.
Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hinir fara helst út eftir páskir.
Tveir garnaskip fiska svartkalva. Koma helst inn síðst í vikuni. Eitt annað garnaskip fiskar svartkalva og eitt fiskar havtasku og báðir frysta umborð.











