Tað gongur meira stillisliga fyri seg á Skipasmiðjuni á Skála í løtuni.
Teir hava havt úr at gera, men nú er meira friðarligt, sigur Jón Danielsen, stjóri.
? Kiliutaq hevur verið her í ein mánað, men hann fór avstað leygardagin. Síðani hevur Jupiter verið í dokk, men tað var bara ein heilt lítil umvæling. Hann fór avstað aftur beinanvegin.
Annars hava bæði Sepia og Føroyingur verði á sleipistøð á Skála. Bæði skipini eru farin úr føroyska flotanum, tí tey eru seld grønlendingum.
Royal Greenland hevur keypt bæði skipini til krabbaveiðu og í tí sambandi skuldu onkrar klassaumvælingar gerast áðrenn grønlendingar yvirtóku skipini, greiðir Jón Danielsen frá.
Skipini kunnu ikki brúkast til krabbaveiði sum er, og tí skulu onkrar broytingar gerast umborð.
Útlit eru til, at Skipasmiðjan á Skála fær uppgávuna, tí inspektørurin hjá Royal Greenland, sum hevur verið í Føroyum í sambandi við Kiliutaq, er sera væl nøgdur við tað avrikið.
Kortini vil stjórin Jón Danielsen hvørki váttað ella avsannað tíðindini um, at Skipasmiðjan á Skála hevur fingið umvælingarordran eisini










