Millum heitar tingmenn, frustreraðar sjómenn og svang miðlafólk í Tinginum í dag hevði løgmaður, Jóannes Eidesgaard, ikki hug ella tíð at siga nógv um kanningina, sum vísir, at Javnaðarflokkurin einans hevði fingið 14,3 prosent av atkvøðunum, um val var í dag.
- Tað sær út til at vit eru tey einastu sum betala, sigur hann stutt við Sosialin.
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur, at hann hevði roknað við, at hetta samgonguskeiðið hevði kostað Tjóðveldi meira í einari veljarakanning, og tí er hann væl nøgdur hann um úrslitið.
- Hendan samgongan hevur verið merkt av gíslatøkum, og vit eru sum flokkur ikki sloppin framat við okkara politikki. Samstundis hava vit tikið kampin um stór mál sum eitt nú fiskivinnupolitikkin.