Ikki nøgdur

Heini Hátún hevði til oyggjaleikirnar hesaferð vónað, at tað kundi eydnast at fáa eina bronsumedalju. Hetta skuldi eisini verið gjørligt, um køstini hjá Heina vórðu sammett við tey hjá luttakarunum á leikunum, men í evstu løtu komu tvær tilmeldingar afturat.
Og lagnan vildi tað soleiðis, at teir báðir, sum komu afturat í evstu løtu, báðir kastaðu longur enn Heini, sum soleiðis mátti taka til takkar við fimta plássinum.
Nakað annað er so tað, at Heini helst ikki var so øgiliga væl nøgdur persónliga. Besta kastið hjá honum var 12,65 metrar, og tað er á lið ein metur undir tað, sum Heini áður hevur kastað. Í samlaðu støðuni hevði hesin meturin tó ikki munað tað stóra. Munurin upp til fjórða plássði var nærum hálvan annan metur.