Ikki nøgdir við úrslitið

Hóast BankNordik kann vísa á eitt avlop á 49 milliónir krónur fyri fyrra hálvár, er leiðslan ikki nøgd við úrslitið. – Vit skulu liggja um tær 200 milliónirnar í avlopi um árið, og tað náa vit ikki í ár, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.

Roknskapurin fyri fyrra hálvár 2011 er serliga merktur av, at bankin hevur havt nakar óvanligar útreiðslur í virðisjavnan av stóru lánsbrævagoymsluni, ið hevur kostað 29 milliónir fyrra hálvár.
- Hartil koma so útreiðslur í sambandi við teir bankarnar, ið fóru av knóranum fyrra hálvár í ár, Amagerbanken og Fjordbank Mors, og hetta kostaði okkum 17 milliónir krónur, sigur Janus Petersen.
Hetta saman við einum generellum lágkonjunkturi ávirka úrslitið skeiva vegin.
- Tað merkir so, at eftirspurningurin eftir lánum og bankatænastum í heila tikið er minkandi, og tað ger, at vi tmerkja minkandi inntøkur. Hinvegin hava vit merkt øktar inntøkur av øðrum virksemi hjá okkum, serliga trygging, sigur Janus Petersen.
Samað eru inntøkurnar vaksnar, men bankavirksemið er viknað, og tí hevur bankin sett ymisk tiltøk í verk, fyri at betra um raksturin komandi árini.
- Eitt nú hava vit niðurlagt deildir, vit spara nakað upp á tað stóra gjaldføri, vit hava, soleiðis at vit eisini komandi árini kunnu fáa góð úrslit, sigur Janus Petersen.
Tað sær kortini longu nú ljósari út fyri lánsbrævakursirnar, sum fyrra hálvár hava givið eitt stórt hall.
- Tú kanst siga, at tað longu nú byrjar at síggja betri út við tað, at okkara kurstap eru minkað úr 22 milliónum fyrsta ársfjórðing niður í sjey milliónir krónur nú, so tað síggja vit ikki sum ein stóran trupulleika, sigur Janus Petersen.
Hinvegin heldur forstjórin í BankNordik, at útlitini fyri heimsbúskapin ikki eru so ógvuliga bjørt.
- Tað er eingin loyna, at tað er lágkonjunkturur alla staðni rundan um okkum, men tað skal ikki verða nøkur umbering fyri at reka ábyrgdarfult bankavirksemi. Tað snýr seg bara um at tillaga sítt virksemi til tann veruleika, sum er í einum lágkonjunkturi, sigur Janus Petersen.
Og hetta er eisini uppskriftin hjá BankNordik frameftir.

Skifta KT-net
Eitt annað, sum er nýtt og spennandi hjá bankanum er virksemið í Danmark, ið øktist munandi við keypinum at Amagerbanken.
- Tað sær lovandi út við virkseminum i Danmark við tað, at vit hava uppbygt eitt virksemi har, sum er plaserað á røttu støðunum. Vit hava stórt virksemi í Keypmannahavnarøkinum, í Århus, Odense, Esbjerg og í sonevnda tríkantsøkinum, sum eru teir størru býirnir í Miðjútlandi. Tað er har, tað hendir nakað í dag, og tað er har, ið roknað verður við allur vøkstur fer at verða, sigur Janus Petersen.
Men eisini í Danmark er lágkonjunkturur, og tí er eingin vøkstur har heldur, kanska tvørtur ímóti.
- Vit noyðast sjálvandi at taka atlit fyri tí og gera okkara virksemi meira effektivt, men tað er nakað, vit eru í holt við, og sum vit væntandi koma at loysa longu komandi ár, sigur Janus Petersen.
Sjálv yvirtøkan av Amagerbankanum fer at kosta BankNordik einar 50 milliónir, nakað, ið fer at ávirka raksturin við 30 milliónum.
- Tað er serliga umleggingin av KT-netinum frá tí, sum er nú, til tað sum vit brúka her, nevniliga SDC, og tað kostar tíverri nógvar pengar. Hinvegin fáa vit tann stóra fyrimunin aftan á, at vit koyra á somu skipan, og fara harvið at spara pening. Vit vilja tí heldur gera hesa íløguna nú og vinna hava inn aftur í effektivari rakstri seinni, sigur Janus Petersen.
Hann leggur dent á, at úrslitið, sum tað sær út nú, er ikki nøktandi.
- Nei, vit eru ikki nøgdir við úrslitið, sum tað er nú. Vit hava jú ein málsetning um, at vit skulu hava eitt ársúrslit sum liggur nær við 200 milliónir krónur, og tað fáa vit jú ikki í ár. Hinvegin hava vit jú brúkt nógvar pengar til integratión av Amagerbanken og øðrum fyritøkum, sum vit skulu hava at koyra saman við okkum, so mugu vit taka hædd fyri, at talan er um eina skiftistíð, vit eru í. Vit hava tí góðar vónir um, at vit longu næsta ár fáa ein vanligan rakstur, sigur anus Petersen, forstjóri í BankNordik.