Ikki nøgdir við avrikið

Tvífaldi málskjúttin hjá NSÍ, Hjalgrím Elttør, sum við tveimum málum skapti eitt sindur av spenningi ímóti endan á dystinum í Gundadali í gjárkvøldið, var vónbrotin eftir tapið ímóti HB.

– Vit kunnu avgjørt ikki vera nøgdir við okkara avrik í dag, tí vit góvu HB lætt spæl, serliga í fyrra hálvleiki, so teir kundu vinna fult uppiborið, segði hann.

Í fyrra hálvleiki vísti NSÍ sera lítið ímóti væl upplagda HB-liðnum, og tað var eisini eitt evni í skiftirúminum í steðginum:

– Í hálvleikinum ásannaðu vit, at vit kundu bara gera tað betri í seinna hálvleiki. Tað royndu vit eisini, men tað riggaði bara ikki nóg væl, tí teir skoraðu til bæði 2-0 og 3-0, áðrenn vit vaknaðu, segði Hjalgrím Elttør.

– Men tá vóru bara fimm minuttir eftir, og tá Andrew so skoraði tvey mál aftrat, var dysturin liðugur fyri okkara viðkomandi.