Hóast kjakið um píkadekk nú hevur vart í fjórðingsøld, so heldur Fríðrikur Bláhamar als ikki, at vit eru komin á mál í hesum spurningi.
_ Tað er heilt órímuligt, at vit framvegis ikki hava fingið størri forstáilsi yvir fyri dekknýtslu og fatan fyri, hvussu ótrúliga stóran týdning dekkini hava í ferðslutrygdini.
Tað heldur Fríðrikur Bláhamar, stjóri á Super Dekk í Havn. Hann heldur, at vit í veruleikanum ikki eru komin serliga nógv longur, enn tá kjakið um píkarnar spíraði miðskeiðis í sjeytiárunum.
_ Tá vit hugsa um, hvussu ótrúliga nógv trygdin í bilunum og á vegunum er økt hesini árini, og hvussu ótrúliga nógv meira forstáilsi vit øll hava fingið fyri ferðslutrygd, tá tað snýr seg um at koyra skjótt, sita í trygdarbelti, rúsdrekkakoyring o. s. fr., so er tað sera løgið, at vit ikki eisini duga at skilja, hvussu nógv dekkini hava at siga, heldur Fríðrikur Bláhamar, sum vísir á, at vit kunnu koyra við summardekkum - niðurslitin til markið upp á 1,6 mm - í nógvum kava og hálku - og framvegis koyra lógliga!
_ Hetta átti ikki at borið til - og hetta ber ikki til í okkara grannalondum, tí har krevja myndugleikarnir, at bilarnir verða skøddir eftir umstøðunum. Tað gera vit ikki í Føroyum, sigur Fríðrikur Bláhamar.
Hann heldur, at hera vantar í sera stóran mun forstáilsi, tí tað er so upplagt, at tað átti at verið krav um størri mynsturdýpd á dekkum um veturin enn um summarið - og at serliga reglar verða gjørdar fyri nýtslu av dekkum um veturin og í hálku. - ikki minst nú tosað verður um nullhugsjón!