Ikki nóg mikið við enskum

Ein dómstólur í Kanada hevur dømt flogfelagið Air Canada at rinda einum hjúnum 12.000 kanadiskar dollarar í endurgjaldi. Hjúnini hoyra til tann partin av fólkinum, sum tosa franskt, og tey kærdu seg um, at starvsfólkini í einum flogfari, sum tey vóru í, tosaðu bara enskt.

Michel og Lynda Thibodeau kravdu at fáa eina hálva millión dollarar í endurgjaldi, tí flogfelagið hevði ikki hildið lógina, sum sigur, at tænastan í flogførum skal vera á enskum og fronskum, um í minsta lagi fimm prosent av ferðafólkunum hava franskt sum móðurmál. Hendan treytin var uppfylt í flogfarinum, sum hjúnini ferðaðust við, og tí dømdi rætturin Air Canada at rinda endurgjald og at biðja hjúnini um umbering.

Blaðið Toronto Sun vil vera við, at Thibodeau-hjúnini, sum arbeiða hjá tí almenna, duga væl enskt, og fleiri fjølmiðlar leggja tey nú undir at hava gjørt sær dælt av einari smogu í lógarverkinum.