Ikki nóg mikið til gjøgnumbrot

Sum heild tykjast útlendsku eygleiðararnir og dómararnir á Prix Føroyar finaluni 99 samdir um, at hetta var eitt gott og flott tiltak, men at enn restar nakað, um útheimurin skal spíla oyruni út

Millum teirra, ið høvdu leitað sær til Føroya at lurta eftir Prix Føroyar finaluni leygarkvøldið, vóru Peter Hvalkof, Roskildefestivalurin, Troels Skjærbæk, Musikeren í Keypmannahavn og Ib Valentin Ernst frá Aarhus Huset og Spot Festivalinum.

Teir hildu Prix Føroyar tiltakið vera eina framúr framleiðslu. Onkur teirra helt tó, at tað svaraði til tað, ið teir høvdu roknað við. Millum fáu viðmerkingar teirra vóru, at bólkarnir leiktu væl, men at eingin hevði nóg mikið til eitt gjøgnumbrot, hóast ikki nógv restaði í. Eisini helt onkur teirra, at Kjølar vóru sera góðir, men tó átti Taxi munin, sum teir bestu hondverkararnir. Men hvør av hesum bólkum skuldi verið nummar eitt og tvey tyktust teir ikki heilt samdir um.

Eitt av sjónarmiðunum var eisini, at um kappingin hevði hækkað støðið, so var tað í sær sjálvum gott, tí teir høvdu hoyrt, at góðskan á tónleikinum var betri, enn undanfarin ár. Hetta mettu teir vera gott og ein ábending um, at tað gongur rætta vegin.

Annars vóru teir væl nøgdir við ferðina og upplivilsini í Føroyum.