- At seks røktarheimspláss verða niðurløgd, og seks sambýlispláss koma í staðin, við einans endamáli at flyta - spara 1,7 mió frá tí almenna og flyta hesar útreiðslur yvir á kommunurnar og brúkarar, samstundis sum meir enn 100 fólk standa á bíðilista í økinum, er óskiljandi.
Tað sigur Kári P. Højgaard, sum skilliga ikki er serliga fegin um svarið, sum Rósa Samuelsen hevur givið honum, sum er umrøtt í øðrum greinum her á síðuni.
- At málið verður tikið í størsta álvara og als ikki hevur undirtøku í nærumhvørvinum sæst á skrivinum, sum stýrisformaðurin fyri Ellis og Røktarheimið hevur almannakunngjørt. Har ger hann greitt, at tað er óskiljandi og lítið sømuligt, at Eysturoyggin, sum hevur gingið undan á eldraøkinum og sostatt loyst »landsuppgávur« nú skal straffast, tí landskassin eftir øllum at døma manglar pening til rakstur av nýggjum plássum í øðrum pørtum av landinum. Teir sjey borgarstjórarnir í Eysturoynni taka somuleiðis frástøðu frá ætlanini og stuðla skrivinum hjá stýrisformanninum, sigur Kári P. Højgaard.
- Tá ætlanin hjá landstýriskvinnuni byggir á eina vón um gott samstarv og vælvild frá pørtunum er greitt, at landstýriskvinnan ikki kann loyva sær at kroysta eina slíka loysn yvir høvdið á pørtunum, uttan at lurta eftir sjónarmiðunum hjá stýri og kommunum, heldur Kári P. Højgaard.