Fótbóltsprát
Liðskiparin hjá EB/Streymi, Egil á Bø, var ikki heilt nøgdur við úrslitið sunnudagin.
- Tað er ikki nóg gott at fáa javnleik, tá ið vit eru á heimavølli. Hinvegin haldi eg, at sum dysturin var, so er javnleikurin eitt rættvíst úrslit, segði Egil á Bø beint eftir dystin.
Spurdur, um tað ikki er ein góð byrjan upp á kappingarárið hjá EB/Streymi at hava fýra stig eftir tveir dystir, sigur Egil á Bø.
- Samanlagda úrslitið higartil hevur verið í lagi, men á heimavølli skulu vit helst hava trý stig. Eg haldi annars ikki, at dysturin í dag var serliga væl leiktur. Vit høvdu tó møguleikarnar til at fáa eitt avgerandi mál, men tað var ikki nóg mikið, segði Egil á Bø.