Hondbóltur
Vónbrotið var stórt hjá Stjørnuni eftir finalutapið móti Tjaldri. Eitt tap av hesum slagnum móti føroyskum liði hevur Stjørnan ikki upplivað hesumegin aldarskiftið, og eftir dystin var Una Olsen skjót at staðfesta, at hetta ikki var nóg gott hjá teimum.
- Vit spæla kanska ikki so galið, og verjuparturin er ok. Men vit skora ikki upp á teir møguleikar, sum vit hava.
Ofta hava tit verið liðið, sum hevur havt kropsliga yvirskotið, tá talan er um tættar og harðar dystir. Tað var ikki tað, sum áskoðararnir sóu í dag?
- Nei. Ikki í dag. Slettis ikki. Fyri at siga sum er, so hevur Tjaldur eitt virkeliga gott lið. Og tosar tú um styrk, so eru útlendingarnir hjá teimum ótrúliga góðar til at fáa eitt heilt lið at fungera. Tær skora upp á størsta partin av sínum møguleikum, har vit kanska koma til nógv, men eisini brenna nógv. Og tá ber tað ikki til at vinna nakran hondbóltsdyst, segði Una Olsen, áðrenn hon og liðfelagarnir fingu silvurkrónurnar um hálsin.










