Ikki nóg dekkandi matarlepi

Høgni Hoydal ger vart við ikki nóg dekkandi yvirskrift okkara á matarlepanum:

“Tobbi roykti hassj” í vikuni. Vit kunnu geva Høgna Hoydal og øðrum lesarum rætt í, at henda yvirskrift var ikki nóg dekkandi. Í bakspeglinum duga eisini vit at síggja, at einsamøll gav hon jú lesarum ta fatan, at Tobbi var hassjroykari og ikki at hetta var av óvart. Hon átti tí kanska heldur at itið: “Tobbi roykti hassj av óvart”. At henda søgan kom í blaðið sama dag, sum aðrir miðlar viðgjørdi eitt annað rúsmál, var heilt av tilvild. Meira er ikki at siga um tað.

 

Blaðstj.