Svínoy: Tey stríðast manniliga fyri síni søk bygdarráðið og fólkið í Svínoy.
Bygdarráðið í Svínoy hevur nevniliga í fleiri ár sent løgtingi umsóknir um at betra um samferðsluviðurskiftini á oynni, m.a. við einum tunli á staðið Yvir til Havnar, sum tey nevna tað.
Um so var, at hesin tunnilin kom, so kundi bygdarfólkið havt samband hvønn einasta dag til Hvannasunds ella Norðtoftir uppá umleið 15 min.
- Gjørdist hetta til veruleika høvdu samferðsluviðurskiftini hjá oynni verið loyst, sigur bygdarráðið.
Hóast henda veruleika, so er líkt til at landsins myndugleikar ikki vilja lurta eftir umsóknunum frá svínoyingum.
Øskukalt
Í seinasta brævinum frá bygdarráðnum verur sagt, at fáa tey ikki viðurskiftini við samferðsluni uppá pláss í næstu framtíð, verður bygdini ikki lív lagað.
- Heitt verður staðiliga á landstýrið um at taka hetta álvarsmál upp nú. Hetta má ikki setast á eina langtíðarfíggjarætlan, tí tá er øskukalt í Svínoy, sigur bygdaráðið í eini umsókn, sum í fjør varð send innlendismálaráðnum.
Men herfyri bórust kortini tey tíðindi, at Landsverk hevur steðgað øllum kanningum av hesum prosjektinum, tí játtanin vantaði.
Hetta vildi kommunan ikki lata sær lynda, og hevur tí enn einaferð heitt á løgtingið um at játta pening til ætlanina.
- Vit heita á tykkum um at játta neyðuga peningin, so stígur ikki kemur í forkanningarnar, sum eru gjørdar í summar, sigur bygdarráðið í nýggja brævinum, sum er dagfest 22. juli í ár. Bíðað verður eisini eftir eini kostnaðarmeting av prosjektinum.
Í sama viðfangi søkir bygdarráðið eisini um at peningur verður settur av til sjálva verkætlanina komandi fíggjarár










